Elspa nr 4 í 100 rygg

Elspa Mørkøre varð í dag nr 4 í finaluni í 100 rygg, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin 59.55 var éin hundraðpart frá bestu tíð hennara, og tað sigur væl eitt sindur um støðið, at hon her svam skjótari enn Sanja Jovanović, sum hevur heimsmetið í 50 rygg.

Mads Glæsner úr Danmark svam aftur skjótt, tá ið hann í 1500 frí vann sína aðru World Cup hesa vikuna, við tíðina 14:38.97, éin tíggjundapart spakuligari enn mikukvøldið. Hann fekk tó skarpan gang frá týska Jan Wolfgarten, sum við sínum 14:39.58 nú má roknast sum enn ein kappingarneyti hjá Pál, á komandi EM meistarastevnuni í Kroatia í desember.

3 thoughts on “Elspa nr 4 í 100 rygg”

  1. Elspa svam skjótari 100 rygg í dag enn tann sum hevur heimsmetið í 50 rygg. Pál svam upp ímóti einum í 400 frí, sum síðani nakrar dagar seinni setur heimsmet í 200 frí.

    Hóast eg royndi at lurta og lesa væl í allan gjár, so frætti eg púra einki í okkara “professionellu” fjølmiðlum, um at Elspa hevði vunnið bronsuheiðursmerki á World Cup.

    Tey velja heldur at skriva um at vit heldur ongan kjans hava í talv.

  2. Eg haldi fjølmiðlarnir dyrka taparar: “Var hetta eitt heiðurligt úrslit at tapa stórt mótir blablabla…”

  3. Ja tað er teirra profession, men so er nok sagt.
    At greiða frá um svimjing á høgum støði, krevur innlit. Innlit kemur bert um tú ger títt arbeiði, fyrireikar teg, ella fyri at siga tað stutt og greitt, er professionellir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.