Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

Glæsner legði út sum eitt lokomotiv í fyrsta riðli, men Pál hevði fyrimun av at liggja undir liðini á Mellouli, í næsta riðli. Pál er sostatt styrkismettur sum nr 3 í finaluni í 400 frí í kvøld. Og nú Elspa kom í finaluna í 50 rygg, so merkir tað at tveir føroyingar fara at svimja ‘live’ í kvøld, á SVT24 og sum webcast, frá kl 18:00 føroyska tíð, umframt sum ‘live timing’ á omegatiming.com.

Her er startlistin til teir 50 rygg hjá Elspu, og her er hann til teir 400 hjá Páli. Elspa liggur bara eina geil frá Sanju Jovanovic úr Kroatia, sum eigur heimsmetið í 50 rygg, og Pál sleppur aftur at svimja undir liðini á Mellouli, sum hevði bestu tíð í morgun.

Her eru splitt-tíðirnar hjá Páli frá í morgun:

wc081111pal400fr

Tær hjá Mellouli:

wc081111mellouli400fr

Biedermann:

wc081111biedermann400fr

Og Glæsner:

wc081111glaesner400fr

5 thoughts on “Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí”

  1. Splitt-tiðirnar hjá amerikanska Robert Margalis vóru ógvuliga óstøðugar og veikar til tíðir (27.16, 28.95, 29.55, 30.01, 30.22, 30.10, 29.83 og 27.98)… og við tað at hann er ein av teimum sum eigur at svimja skjótari enn Pál í 1500 frí…

  2. Hesin postur er við at gerast í so kaotiskur, og eg flyti tí hetta niður í viðmerkingarnar:

    UPDATE! Bjarnason fortelur beinleiðis av kantinum, at 400m er kl 20:16 svenska tíð, sum er kl 19:16 her í Føroyum. Og at 200 rygg hjá Elspu er kl 20:47 svenska tíð. HA, HVAT?… á nej, yvirsá at Elspa eisini svam 200 rygg í morgun, OG KVALIFISERAÐI SEG VIÐ NÆSTBESTU TÍÐ. Orsaka øll somul ! :”-)

    Havi spurgt Jón aftur um Elspu, og støðan er altso at Elspa svimur 50 rygg kl 18:52 føroyska tíð, Pál 400 frí kl 19:16 føroyska tíð, og so aftur Elspa 200 rygg kl 19:47 føroyska tíð.

Ger viðmerking