Upptakt til teir 1500 í Stockholmi

Tað verða mest sannlíkt teir fýra Mads Glæsner úr Danmark, Oussama Mellouli úr Tunesia, Robert Margalis úr USA og Pál Joensen úr Føroyum, sum skulu kappast um heiðursmerkini á World Cup í Stockholmi, mikudagin 12. november 2008. Eg havi her niðanfyri funnið splitt-tíðir hjá hesum fýra av www.swimrankings.net (og nú 10. november av www.omegatiming.com), til okkum at kunna samanbera við, tá ið hesir bresta saman.

Nøkur met:

  • Føroyskt met: 14:49.34 (Pál Joensen, FAR, Kolding 25. okt. 2008)
  • Danskt met: 14:45.16 (Mads Glæsner, DEN, Greve 27. okt. 2007)
  • Norðurlendskt met: 14:45.16 (Mads Glæsner, DEN, Greve 27. okt. 2007)
  • Evropeiskt met: 14:16.13 (Yury Prilukov, RUS, Helsinki 9. des. 2006)
  • Heimsmet: 14:10.10 (Grant Hackett, AUS, Perth 7. aug. 2001)


4 teir bestu:

Gev gætur at tíðirnar her hjá Mellouli og Margalis eru verri enn tilmeldingartíðirnar hjá teimum í Stockholmi, í Mellouli’sa føri tí at Swim Rankings ikki listar nakrar splitt-tíðir fyri teir 14:45.59 sum hann svam í New York í mars mánaða 2004, og í Margalisar føri tí at eg slettis ikki fann nakra tíð hjá honum sum passaði við tilmeldingartíðina 14:47.25. Tíðin hjá Mellouli her er tí nakað væl verri (14:54.73 í mun til 14:45.49), meðan tíðin hjá Margalis bara er 21 hundraðpartar frá.

Dagføring 10. nov. 2008: Omanfyri nevnda strikað út, tí Mellouli nú svam væl skjótari í Moskva, og eg tí brúki tær splitt-tíðirnar í upptaktini her. Støðan er tó tann sama enn við Margalis, at eg ikki havi funnið splitt-tíðir til hasa tilmeldingartíðina 14:47.25, og tí í staðin brúki nakrar frá einaferð hann svam 14:47.46.

Glæsner
Greve
27/10-07
Mellouli
Moskva
09/11-08
Margalis
Stockholm
14/11-07
Joensen
Kolding
25/10-08
100 56.47 55.27 57.41 56.63
200 1:55.30 1:53.33 1:56.46 1:57.16
300 2:54.47 2:52.09 2:55.87 2:57.30
400 3:53.29 3:50.91 3:55.15 3:56.83
500 4:52.40 4:49.64 4:54.57 4:56.69
600 5:51.82 5:48.06 5:53.82 5:56.56
700 6:51.44 6:46.82 6:53.32 6:56.18
800 7:50.57 7:45.73 7:53.14 7:56.15
900 8:50.01 8:44.33 8:52.64 8:56.13
1000 9:50.10 9:43.02 9:52.24 9:56.07
1100 10:49.61 10:41.65 10:52.10 10:55.31
1200 11:49.27 11:40.14 11:51.80 11:54.50
1300 12:49.79 12:38.76 12:51.70 12:53.47
1400 13:49.20 13:37.01 13:50.95 13:52.64
1500 14:45.16 14:34.31 14:47.46 14:49.34

4 thoughts on “Upptakt til teir 1500 í Stockholmi”

  1. Hann betraði seg jú heilt nógv í Moskva í vikuskiftinum, og svam eisini væl betri enn hinir í 400 frí í dag. Glæsner er eisini væl fyri, meðan Margalis ikki er heilt ‘har’, eftir fyrst at verða diskaður fyri tjóvstart í 400 blandað, og síðani forverra seg frá 3:44.15 til 3:57.58 í 400 frí. Margalis svam 3:53.80 í teimum innleiðandi 400 frí, so hann hevur í øllum førum ikki prógvað nakað, enn.

    Pál hevur á pappírinum bara hesar tríggjar frammanfyri seg í 1500 frí, og vónin er tí væl í fyrsta lagi at klára Margalis, og síðani at geva í øllum førum Glæsner skarpan gang.

    1. Sum tú sjálvur sigur, so er Mellouli klárur favorittur, men Pál og Mads gerast sikkurt nok so javnir. Hygg at seinasta 100m í 400m.
      Mads er væl skjótari enn Pál um teir svimja 50, 100 og 200m frí, men longri teinurin verður, minni verður munurin teirra millum.
      Eg skal tó viðganga at eg hevði ikki vantað at Mads fór undir 3:44 í dag.

      Margalis er ikki við í top’3 í morgin, tað er heilt sikkurt.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.