Pál møguliga til Stockholm at kappast ímóti Glæsner og Mellouli

Sum tit kanska hoyrdu í Útvarpinum fyri løtu síðani, so verður arbeitt við at fáa Pál til Svøríkis at kappast í næstu viku, á árligu World Cup stevnuni í Stockholmi. Ein ógvuliga áhugaverd kapping, har t.d. Mads Glæsner og OL-gullvinnarin Oussama Mellouli longu eru tilmeldaðir í 1500 frí.

Her síggja vit Mellouli vinna gull í 800 frí á OL í Beijing í august HM í Melbourne í fjør. Hann varð seinni dømdur at missa gullið, vegna doping (sí gomul tíðindi her á svimjing.com):



Trupulleikin er bara, at hendan risastóra og altjóða stevna er mitt í viku, og Pál tí verður skrivaður upp fyri fráveru á Studentaskúlanum. Vit hoyrdu Helenu Dam á Neystabø lova at tey fara at gera okkurt við hendan trupulleikan skjótt, mánakvøldið á evniskvøldinum í Útvarpshøllini, men spurningurin er um tey kunnu arbeiða so skjótt. Ella møguliga gera okkurt sum kann virka við afturvirkandi kraft.

Vit á svimjing.com fara sjálvsagt at gera alt fyri at fáa tykkum og okkum dagførd so væl sum gjørligt, um gongdina á World Cup stevnuni í Stockholm, um tað verður so væl at Pál sleppur avstað.

10 thoughts on “Pál møguliga til Stockholm at kappast ímóti Glæsner og Mellouli”

  1. Les her á ssf.fo:

    Í døgnum 11. og 12 november verður FINA World Cup kappingin í svimjing í Stockholm. Svimjisambandið hevur avgørt at melda Pál Joensen til í 400 frí og 1500 frí. Pál hevur bestu tíð í heiminum hetta kappingarárið í 25 metra hyli.

    Tilmeldaður við sjeyndibestu og fjórðbestu tíð

    Pál er tilmedaður við tíðinum, ið hann svam til DMK herfyri og gevur tað honum eina seeding sum nr. 7 í 400 metrar frísvimjingin við 3:45.21. Henda kapping verður svomin við innleiðandi og finalu týsdagin 11. november. Mikudagin 12. november skal Pál svimja 1500 metrar frísvimjing, ið verður svomin við veikasta riðli um morgunin og skjótasta riðli um kvøldið. Her er Pál tilmeldaður við tíðini 14:49.34, hetta er fjórðbesta tilmeldingartíðin. Besta tilmeldingartíð hevur danin Mads Glæsner við tíðini 14:45.19, OL-gullvinnarin Oussama Mellouli er tilmeldaður við næstbestu tíð og amerikumaðurin Robert Margalis er tilmeldaður við triðbestu tíð, hetta er ein púra opin kapping og vónirnar til Pál eru stórar.

    1. Kappingin verður víst beinleiðis (í hvussu so er finalurnar) týsdagin og mikudagin kl 19.00 lokal tíð ella kl 18.00 føroysk tíð á SVT24.

      “Simning: Världscupen
      Direktsändning från Eriksdalsbadet i Stockholm och dagens finalsimningar i världscupen. Kommentator: Staffan Lindeborg.
      BREDBILD”

      Staffan Lindeborg segði undir OL: “One World, one dream, but only one Michael Phelps”. Hvat fer hann at siga um Pál Joensen?

  2. Noy noy noy, síggi nú at tey fyrst senda frá kl 18:00 GMT, sum er sama tíð sum í Føroyum
    http://www.nmnathletics.com/newMediaPlayer/console.htm?DB_OEM_ID=23020&type=live&oemid=23020&id=44428

    Finalan byrjar við 1500 mikudagin kl 17:40 føroyska tíð, og vit hava fingið váttað frá svensku fyrireikarunum, at hetta merkir at teir 1500 IKKI verða sendir ‘live’ í SVT24 heldur.

    Harvið er bara http://www.omegatiming.com eftir, um ikki okkurt heilt serligt hendir

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.