Fara at royna at streama frá stevnuni í vikuskiftinum

Bara so tit vita tað, so ætla Bartal og eg at royna at streama frá stevnuni í vikuskiftinum, sum liður í ætlanunum hjá SSF at fáa sett í lag webcast frá øllum svimjistevnum. Vit fara partvís at royna okkum við eini ‘stabilitets-test’, har ein telda fer at senda ‘live’ netvarp frá so nógv av stevnuni sum gjørligt, við éinum webkamera sum á FM. Og so við eini aðrari teldu royna at gera meira avanserað ting, sum at skifta millum kamera, vísa í ‘slow motion’ og ‘mixa’. Hitt fyrra verður koyrt her á svimjing.com, í tann mun sum tað riggar 🙂

Og stevnan verður áhugaverd, við tað at hon er evstamark fyri at klára kravtíðir til evropeisku meistarastevnuna og norðurlendsku juniormeistarastevnuna í desember. Vit hoyrdu í 3-2 mánakvøldið, at onkur vil royna at klára kravtíðina til EM, og onnur fara eisini at royna at klára kravtíðirnar til NJM. Onkur triði er heilt nær kravtíðunum til Oyggjaleikir, og Pál fer møguliga aftur at fara eftir metunum í bringu, um ikki tað forstýrar fyrireikingarnar til World Cup í Stockholm í næstu viku.

Størsta forðing fyri at vit kunnu streama frá stevnuni, er at vit ikki eru 110% vísir í at neyðuga internet er í høllini. Annars verður streamað, í tann mun sum teldurnar tola hitan!

2 thoughts on “Fara at royna at streama frá stevnuni í vikuskiftinum”

  1. Fái nú at vita, at evstamark fyri at klára kravtíðina til EKM er 30. november. So har eru nakrar vikur afturat, um man ikki klárar tað hesu ferð 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.