Wildeboer: Superdraktirnar eru doping

Hálendski landsliðsvenjarin hjá Danmark, Paulus Wildeboer, sigur í samrøðu við spn.dk, at hesar nýggju draktirnar sum t.d. Speedo LZR Racer eru tøknilig doping, ið enntá tíverri eru mest til gagn hjá teimum ið eru ringast fyri. Det mest bekymrende er, at uforberedte eller teknisk dårlige svømmere får mest glæde af dragten. Det er en genvej. Lesið spn.dk

DSC00586

(Myndin er eitt tilvildarligt val av einum svimjara í Speedo LZR Racer)

6 thoughts on “Wildeboer: Superdraktirnar eru doping”

  1. Kanska eitt hugskot at nevna, at tað eru Neopren draktirnar, sum eru tær sum virka sum “tøknilig doping”
    Altso tær draktirnar sum hava Neopren panelir líma fast á ymisk støð á draktini fyri at svimjarin sum nýtir hana kann flóta betur og á tann hátt svimja upp til 4 sek. skjótari í einum 100m. Sjálvur meni eg at fleiri av donsku juniorunum fingu 25-35 sek burturúr draktunum í 1500m frí.
    Enn hevur eingin nýtt sovorna drakt í Føroyum, men eg veit tó um 2 svimjarar sum hava ogna sær eina. Kanska tað var eitt hugskot at SSF hevði eina meining um hesar draktir, og um tað nú skal verða loyvt árgangssvimjarum og kanska juniorum at nýta tær. Tær kosta jú ein bondagarð, og kanska tær blíva bannaðar um nú USA & Australia pressa hart nokk á FINA.

    1. Tað sum eg persónliga haldi vera mest langt úti, er at hesar tær dýrastu draktirnar yvirhøvur, eisini halda til lítið og einki. Svimjarin kann bara brúka hana 8-12 ferðir, sum strekkir til umleið 2 stevnur. Fyri yvir 2500 krónur.

      Hetta er eftir mínum tykki nóg góð orsøk í sær sjálvum, til at tær eigast at forbjóðast. Og ja, vit eiga eisini at taka støðu til hetta í Føroyum, nú draktirnar fáast allastaðni. Vilja vit hava svimjing til at verða ein ítróttur sum bara tey ríku kunnu íðka?

  2. Nú ljóðar tað kanska sum um eg fari í sjálvforsvar, av tí at eg sjálvur havi útvega mær eina tílíka drakt, Men tað geri eg ik .. eg haldi at áðrenn tit byrja at grenja um, at hesar draktirnar eru doping og burdu forbjóðast ? So haldi eg at tit skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí í føroyskari svimjing verða eisini alternativir mátar nýttir at forbetra seg, reint likamliga ??? Hasar draktirnar hava ein týdning, einki at ivast í, men eg haldi at tað er okkurt sum gevur størri forbetringar .

    Moralur er góður – Dupultmoralur …

    P.S. betur er bøtandi hond …

    1. Eftirhondini er hetta við ‘superdraktunum’ fyrst og fremst ein spurningur um pengar, fyri meg. Eg haldi tað vera ov dýrt hjá foreldrum at skula gjalda so nógvar pengar fyri draktir, tá ið svimjiítrótturin i denn grad hevur møguleika fyri at vera reinur fyri eykaútgerð. Vit hava ikki brúk fyri skíum ella súkklu ella fallhjálmi, og hava tí í hundrað ár havt ein ítrótt har tað bara var spurningurin um svimjarar og vatn, og so okkurt sum dekkaði nøkulunda.

      Um draktirnar hjálpa, og um tær skulu vera loyvdar, so hevði eg næstan fyritrekt at tær kostaðu 40.000 krónur stykkið. Ella meira. Tí tá hevði tað ikki verið her á pínumarkinum fyri hvat vanlig foreldur vilja gjalda, og tí høvdu vit heldur ikki sæð onkran smádrong í LZR Racer, sum hevði havt betur av at venja teknikk. Tøknin kemur at hjálpa ov tíðliga, haldi eg, um 13-14 ára gomul skulu sleppa at flóta við hjálp av draktini, heldur enn at duga tað sjálvi.

      ‘And for the record’, so velji eg ikki hesi tíðindini burtur úr eini rúgvu av kjaki um annað eisini. Eg veit hvat tú sipar til, men tað er altso bara hetta sum er á breddanum í løtuni, í hesum útlendsku svimjifjølmiðlum sum eg lesi. Jú, tað kann virka sum ein hetz… men eg haldi altso at tað eru tíðindi, at nýggi danski svimjivenjarin beinleiðis kallar superdraktirnar fyri doping, og at danska svimjisambandið ætlar at forbjóða teimum. Og hvat meira er, tað er i denn grad viðkomandi fyri okkum, so leingi sum føroyingar luttaka á donskum stevnum.

      1. So hevði eg eisini roynt at fingið mín besta svimjara í eina ‘superdrakt’, um eg helt at akkurát tað kundi gjørt munin. Man er væl ikki kyniskur svimjivenjari fyri einki 🙂

        Um vit hyggja eitt sindur rundan um okkum, so haldi eg eisini at tað er støðan hjá flestu av hesum ‘altjóða’, sum muta í móti. Tað eru typiskt venjarar sum hava ilt av draktunum; men fyri tað fara teir ikki at forbjóða sínum svimjarum at brúka tær. Tað er meira sum tá ið onkur fekk ilt av firvaldasparkinum í bringu – man klagar og brokkar seg, men fer allíkavæl beint undir at læra svimjararnar at brúka tað.

        Er tað lógligt, so er tað lógligt. Og hjálpir tað, so mást tú brúka tað.

    2. Eg haldi ikki at eg skrivaði tað so ófantaligt at tað skuldi misskiljast.

      Tað er ein spurningur um pengar og smábørn, longur er tað ikki.
      OL hevur veri, heims met eru sett, ja enntá sorla sundur, her er eingin vegur aftur, og tú kanst líka ætla at Speedo er gott ávegis við nýggjari drakt.

      Smábørn eru ikki professionel, tey fáa ikki pening fyri eitt super úrslit, tað er ganska einkult ikki loyvt, tey eru enn ikki 18 ár. Ja moralsk er tað forkasteligt, tí hvat hevði tað ikki enda við… rovdrift og svaklig venjing a’la eystur Týskland.
      Worst case scenario.

      Tú lesur alt hetta sum eitt álop á teg sjálvan, og tað er tað ikki. Sjálvandi skal tú svimja í draktini, hinir gera tað. Popov valdi teknologi frá, og var taparin, bara fyri at nevna eitt dømi sum okur øll kenna.
      Okur hava eina LZR her suðuri, tað veist tú væl, og nr.2 er á veg. Pál passar hana ganska einkult ikki, annars hevði hann kanska nýtt hana.
      Men øll argumentir um pening og børn, tey geva meining haldi eg.
      Eg hugsi um at okur kunnu missa talentir um tey ikki fáa uppbakning heimanifrá at ganga til eina ítrótt sum kostar alt alt ov nógv.

      TYR heildraktin hjá Pál kostaði 1.857 krónur ein LZR heildrakt kostar beint nú í DK hjá Svømmespecialisten 3.180kr. Tað er óhugnaliga nógv um tú ætlar tær at vinna SUM og mamma ikki eigur peningin, og fleiri av hinum hava draktina. Øll vita jú at hon hjálpir tær. Tú sá jú útviklingin hjá teimun pinka lítlu til DMK sum svumu í LZR. Hugsa tær at teir komu til eina kapping aftur í nærmastu framtíð har teir ikki fáa loyvi til at svimja í henni ? Bromer frá AGF, árg 93 forbetraði 1500m við 1 minutti!!
      Ger hann tað uttan LZR ? Eg veit ikki. Verður hann vónsvikin um hann næstu ferð svimur 45 sek. seinni ? óiva.
      Pál svam uttan, OG uttan at hava brúkt hæddarvenjing, nú tú sjálvur tekur tað við. “tí í føroyskari svimjing verða eisini alternativir mátar nýttir at forbetra seg, reint likamliga

      Dubultmoralur? Nei!

Ger viðmerking