Pál besta úrslit av øllum monnum á donsku meistarastevnuni

Sí yvirlitið yvir bestu úrslit á DM-K og DMJ-K á SwimRankings.net. Tey brúka FINA stig til at samanbera úrslit í ymiskum greinunum, sum er háttur til at rokna út hvussu gott eitt úrslit er í mun til heimselituna. 1000 stig er “world class”, har Pál fær 927 stig. Og lat tað verða sagt, at stigini telja skjótt í mun til betringar í tíð, tá ið tú fyrst er komin har upp 🙂

pal_nr_1_a_dmk

4 thoughts on “Pál besta úrslit av øllum monnum á donsku meistarastevnuni”

  1. Kanska lættari at fyrihalda seg til. Pál svimur nú 14:49.34 í 1500 frí, har veruligt “world class” úrslit er 14:27.07.

    Vit kunnu eisini samanbera við HM í Manchester í vár, har 14:49.34 hevði verið nóg gott til eitt fimtapláss:
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=meetDetail&meetId=13714193&gender=1&styleId=8

    Ella EM í Debrecen í fjør, har úrslitið hevði verið nóg gott til eitt sættapláss:
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=meetDetail&meetId=12607943&gender=1&styleId=8

    Stutt sagt, 14:49.34 er rættiliga nær “world class” 🙂

  2. Bert 2 svimjarar í Evropa hava svomi seg inn í World Class klubban hjá Róki, og her tosi eg um 1500m frí nakrantíð.

    That’s a tough one. 😉

      1. Ja.. Dohh! Eg eigi at vita betur.

        Men okur úr Evropa mugu heldur taka okon saman. Ikki tí at eg fari at svimja 1500m, men okur mugu hava ein svimjara upp í 1000+ stig sum skjótast. Eg havi sum eitt býtt, lagt pace venjing hjá P.J. eftir 14:29,0 til EKM

        Nú má alt tað broytast ;o)

Ger viðmerking