Temakvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini mánakvøldið

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so skipar Ítróttarsamband Føroya fyri temakvøldi um úrvalsítrótt, nú mánakvøldið 3. november kl 20:00 í Útvarpshøllini. Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason fara at hava hvør sína framløgu, og síðani fara fólk innan ítrótt, politikk og vinnulív at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum, saman við fundarfólkinum annars. Tiltakið er alment, og ÍSF vónar sjálvsagt at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.

2 thoughts on “Temakvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini mánakvøldið”

    1. Púra rætt at skráin ikki enn nevnir nakað um hetta tiltakið. Men á eini aðrari síðu á kringvarp.fo stendur nú: Kjakkvøldið um føroyskan úrvalsítrótt verður somuleiðis sent beinleiðis í útvarpinum. Vit byrja at senda klokkan 20 og halda fram til klokkan 22

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.