Tíðindaskriv frá SSF ísv aðalfundin í dag

Aðalfundur hjá Svimjisamband Føroya

Flyta ársaðalfund og nýggjan formann

Ársaðalfundur varð hildin í Svimjisambandinum leygardagin 25. oktober. Á skránni vóru lógarbroytingar, og avgjørdi aðalfundurin, at frameftir verður ársaðalfundurin hildin í mai í staðin fyri oktober, í hesum sambandi er roknskaparárið broytt til kalendaraárið. Talið av starvsnevndarlimum er hækkað frá 3 til 5

Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, hevði boðað frá at hann ikki tók við afturvali, í hansara stað var Jon Hestoy valdur. Tveir nýggjur limir vóru valdir, Andrea Eldevig og Palli Eysturberg. Um hesi trý eru Jórun Eið og Maud Poulsen í starvsnevndini.

Øll 7 svimjifeløgini vóru umboðaði á fundin og lívligt orðaskifti var um svimjiviðurskifti.

Ger viðmerking