Onnur úrslit úr Herfølge

Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 100 rygg. Hon bleiv nr 28 við tíðini 1:41.08 (tilmeldað tíð TT 1:46.77) (bólkur 11 ár). Tóki Joensen og Jón Arni Hjelm (FLOT) svumu eisini 100 rygg, har Tóki gjørdist nr 40 við tíðini 1:33.32 (TT 1:52.66), meðan Jón Arni bleiv nr 42 við tíðini 1:34.73 (TT 1:37.03).

Óluva Jacobsen bleiv nr 7 í 100 frí við tíðini 1:12.18 (TT 1:14.50). Sunnleyg Eliasen bleiv nr 28 við tíðini 1:21.25 (TT 1:20.11). Nr 57 bleiv Bjarta Jógvansdóttir við tíðini 1:38.04 (TT 1:35.94). Jóhann Heðinsson mátti deila 4. plássi í 100 frí við Andreas Gerlach úr Hillerød, tí teir fingu báðir tíðina 1:04.25. Tilmeldingartíðin hjá Jóhann var 1:03.87). Tóki Joensen kom á mál við tíðini 1:18.47 (TT 1:30.07) og bleiv nr 56, meðan Jón Arni gjørdist 68 við tíðini 1:23.42 (TT 1:23.08).

Ger viðmerking