Jon Hestoy er nýggjur formaður í SSF

Kringvarpið boðaði frá fyrr í kvøld, at Jon Hestoy bleiv valdur sum formaður á aðalfundinum hjá SSF. Meira kann lesast á ssf.fo. Eisini hevði Kringvarpið eitt prát við Jon, har Jon m.a. fýltist á, at karmarnir í føroyskum elite ítrotti minti mest um eitt uland.

5 thoughts on “Jon Hestoy er nýggjur formaður í SSF”

  1. Hestoy eitur Jon, ikki Jón ;o)
    At hann so kanska er ein Jón wannabe, tað er so nakað heilt annað :o)

    Skemt til síðis, hann eitur Jon, og eigur hetta at respekterast. Pál er Pál, ikki Pal ;o)

    Annars takk fyri megnar avrik við síðuni, tíðindi, updates, rættingar oa. Tykur eru góður fongur fyri føroyska svimjing.

    1. Sigurd Lamhauge eitur ikki Sigurð men Sigurd, men d-ið má ikki hoyrast. Astrið Foldarskarð eitur ikki Astrid men Astrið, men ð-ið skal hoyrast

      Kunnu vit ikki bara avgera at senda øll nøvnini inn til føroyamálsnevndina at venda, og so brúka tað úrslit sum teir koma fram til? 😉

Ger viðmerking