Pál vann silvur í 200 frí og nýtt junior met

Mads Glæsner vann gull í 200 frí. Mads førdi frá byrjan til mál við Pál undir liðini allan vegin. Vinnaratíðin hjá Mads Glæsner var 1:45.55, sum er nýtt danskt senior met [Jón viðmerkti hósdagin at Mads setti nýtt met í 4×200 við tíðini 1:45.53]. Pál setti nýtt danskt/føroyskt/persónligt/Suðuroyar/evropeiskt? junior met við tíðini 1:47.13. Kappingin um 3. plássið var tøtt millum Johan Peen (Birkerød), Frederik Siem (Farum) og gamli junior met haldarin Jon Rud (West Swim). Aftaná 50 m lá Johan nr 3, men so vendi Frederik sum nr 3 við 100 inntil Jon Rud tók yvir 3. plássið tær seinastu 50-100 m.

(Myndin er av Páli, Mads Glæsner, Frederik Siem og Jon Rud, sum Jón Bjarnason tók fyrr í ár)

11 thoughts on “Pál vann silvur í 200 frí og nýtt junior met”

  1. sum eg royndi at gera vart vid i gjar, so setti Mads nytt Dk met i 200m fri i gjar ta id hann svam fyrsta turin i 4x200m fyri Sigma.
    Sooooe tad var ikki nytt met friggjakvøldi hja Glæsner.

  2. Ja, eg føli meg sum ein úr Kringvarpinum, tá eg royni at fáa skil á metum, heiðursmerkjum og tíðum. Tað gjørdi tað ikki lættari at báðar kappingarnar í Køge og Kolding koyrdu samstundis. Eg gloymdi vist nokk at siga, at Pál vann junior gull á teininum? Haldi annars, at senior silvur verður mett hægri enn junior gull.

    1. Tað er ikki langt frá at juniorkappingin verður avgjørd um teimum innleiðandi riðlunum um morgunin, bara fyri at nørda tað heila til. Meini at danir brúka tað í øllum førum á langteina-danmarks-meistara-stevnuni, og møguliga eisini á hesari.

      So ‘parametrarnir’ eru í øllum førum: Stutt ella langt, drongur ella genta, junior ella senior (ella annar aldursbólkur), morgun ella kvøld, fyri danskt felag ella útlendingur ‘uttan fyri kapping’. Umframt greinar og teinar.

  3. Eg skilji ikki, hvussu man kann seta met – sum einstaklingur – í einari stafett. Allir í stafettini, uttan teir fyrstu, fáa flúgvandi start. Men kanska er tað bara teir fyrstu, sum Mads og Pál fyrradagin, sum kunna seta met sum einstaklingar?

    1. Tað er bara tíðin hjá tí fyrsta svimjaranum í einari stafett sum eisini telur sum offisiell einstaklingatíð. Tað vil siga, at bara fyrsti svimjari hevur møguleika at seta einstaklingamet, kravtíð, bronsunálatíð, whatever.

      Lukkutíð vita venjararnir væl av hesum, og seta tí gjarna tann svimjara fyrst í stafettini, sum hevur møguleika fyri at seta met, ella á annan hátt hevur brúk fyri einstaklingatíðini.

Ger viðmerking