Hildur og Astrid vunnu ávikavist silvur og bronsa

Hildur á Fløtti (FS) og Astrid Foldarskarð (FLOT) vunnu silvur og bronsa í 100 blandað í bólkinum fyri 14-15 ár. Astrid og Hildur svumu í sama riðli. Astrid vendi fyrst aftaná 50m (34.59), men Hildur hevði ein góðan endaspurt.
Poula Ø. Mohr (FS) og Birita Debes (FLOT) blivu nr 4 og 11 í sínum bólki (12-13 ár).

Tíðirnar hjá teimum vóru:

Svimjari Felag Tilmeldað tíð Úrslit í Køge
Hildur á Fløtti FS 1:17.33 1:15.64
Astrid Foldarskarð FLOT 1:17.33 1:16.10
Jóhanna Egholm FS 1:22.98 1:20.95
Jóan Kristina í Jákupsstovu FLOT 1:33.79 1:31.20
Bjørg Olsen FLOT 1:38.02 1:34.81
Poula Ø. Mohr FS 1:15.43 1:13.33
Birita Debes FLOT 1:18.23 1:15.79
Jónfríð Hansen FS 1:22.50 1:21.61
Aimée Jacobsen FLOT 1:26.45 1:24.87
Eyðrið Hansen FS 1:28.95 1:30.37

Ger viðmerking