Skráin í dag, 23. oktober

Danmarks Mesterskaberne på Kortbane byrja við innleiðandi riðlum nú kl 09:30 danska tíð (t.e. 08:30 føroyska), og fylgjast kann við ‘live’ á livetiming.dk. Føroyingar eru við í fylgjandi kappingum í morgun…

  • 1) 100 bringu – Malan Bærendsen
  • 3) 200 rygg – Elspa Mørkøre
  • 4) 200 rygg – Kári J. á Høvdanum
  • 8) 50 frí – Kári J. á Høvdanum
  • 9) 200 blandað – Elspa Mørkøre
  • 11) 400 frí – Mona Simonsen
  • 12) 800 frí – Pál Joensen

Hartil er Pál Joensen mest sannlíkt við í 4 x 200 frí hjá Aalborg Svømmeklub (t.e kapping 13), og Elspa við í 4 x 50 frí hjá West Swim.

2 thoughts on “Skráin í dag, 23. oktober”

  1. Eg yvirsá at danir her til stutthyljameistarakappingina lata bestu svimjarar fara beinleiðis til finalu um kvøldið, heldur enn at skula svimja innleiðandi fyrst. Á langhyljameistarakappingini í summar brúktu tey annars hina skipanina, at Pál skuldi svimja bæði um morgunin og um kvøldið.

Ger viðmerking