Pál nummar eitt í 800 frí

Pál Joensen úr Vági kann nú eisini kalla seg danskur meistari í 800 frí, eftir at hava svomið teinin í tíðini 7:54.25 beint nú, við Anders Lie á øðrum plássi við tíðini 8:01.59, og Jonas Hansen á triðjaplássi vid 8:03.72.

Pál legði hart út og svam teir fyrstu 200 í tíðini 1:52, men slækkaði so av aftur tá ið gloppið millum hann og Lie var eini 4-6 sekund.

Endaliga tíðini er nakað frá danska juniormetinum á 7:49.67, og seniormetinum á 7:43.64, sum Mads Glæsner man hava svomið. Glæsner luttekur eisini á DMK, men hevur hesuferð valt teir longru teinarnar frá, vælsagtans tí at ferian eftir OL hevur verið nakað drúgv.

Annars merkisvert at síggja unga Lie svimja so tætt at tíðini hjá Pál, her yvir teir 800. Hann er eitt ár yngri enn Pál, og hevur tí livað eina skuggatilveru her seinasta árið, við Pál sum stóru stjørnuna á NJM, DM og EJM. Men Anders hevur tó so mestsum allatíð verið hasi somu sekundini aftanfyri Pál, og man tí hava betrað seg umleið líka nógv sum Pál. Og hann hevur jú eitt heilt ár eftir sum junior, har Pál nú takkar av.

So Pál og Glæsner hava nakað at síggja fram til, nú Lie sleppur út í ljósið eisini 🙂

One thought on “Pál nummar eitt í 800 frí”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.