Spennandi dagar fyri framman

Í morgin byrja “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har Kári J. á Høvdanum luttekur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, og Mona, Shaila, Malan og Pál luttaka fyri Suðuroyar Svimjifelag. Í ovurmorgin byrjar árliga “Køge Open”, har luttakandi føroysku feløgini í ár eru Fuglafjarðar Svimjifelag og FLOT. Og leygardagin er so árligi aðalfundurin hjá Svimjisambandi Føroya, har tey óivað fara at kunna bæði fegnast og keglast um farna árið.

Tað er eitt sindur ivasamt hvussu góður ‘deknurin’ av øllum hesum verður her á svimjing.com, við tað at undirritaði eri á ferð við FLOT til Køge Open, og tí mest sannlíkt verði rættiliga upphongdur frá tí at stevnan byrjar, og fram til hon endar sunnudagin. Men vit hava gott internet her á vallaraheiminum, og fleiri fototól og tríggjar teldur í venjarakamarinum, so har verður nokk okkurt at síggja, onkunstaðni. Kanska onkur í Føroyum velur at dekka tað sum hendir á serliga DMK fyri meg, her á heimasíðuni ella aðrastaðni, um tað onkuntíð gongur ov seint hjá mær at fáa tíðindini út.

Góð mið hesar dagarnar eru serliga www.susvim.com, www.flot.info www.fsvim.com, umframt sjálvsagt www.svimjing.com. ‘Live’ úrslit frá bæði Køge Open og DMK verða at síggja á www.livetiming.dk, og kanska okkurt verður at síggja á www.ssf.fo eisini, í sambandi við aðalfundin. Eg fari leypandi at senda myndir og stutt videobrot frá Køge Open upp her á flickr.com, og so kemur kanska okkurt annað eisini, seinni. Éitt er so í øllum førum vist: Hetta verða nakrir hektiskir dagar hjá føroyskari svimjing, nú fram til sunnudagin 🙂

2 thoughts on “Spennandi dagar fyri framman”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.