Skráin í dag, 23. oktober

Danmarks Mesterskaberne på Kortbane byrja við innleiðandi riðlum nú kl 09:30 danska tíð (t.e. 08:30 føroyska), og fylgjast kann við 'live' á livetiming.dk. Føroyingar eru við í fylgjandi kappingum í morgun...

  • 1) 100 bringu - Malan Bærendsen
  • 3) 200 rygg - Elspa Mørkøre
  • 4) 200 rygg - Kári J. á Høvdanum
  • 8) 50 frí - Kári J. á Høvdanum
  • 9) 200 blandað - Elspa Mørkøre
  • 11) 400 frí - Mona Simonsen
  • 12) 800 frí - Pál Joensen

Hartil er Pál Joensen mest sannlíkt við í 4 x 200 frí hjá Aalborg Svømmeklub (t.e kapping 13), og Elspa við í 4 x 50 frí hjá West Swim.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

800 eru fyrst í kvøld

Eg yvirsá at danir her til stutthyljameistarakappingina lata bestu svimjarar fara beinleiðis til finalu um kvøldið, heldur enn at skula svimja innleiðandi fyrst. Á langhyljameistarakappingini í summar brúktu tey annars hina skipanina, at Pál skuldi svimja bæði um morgunin og um kvøldið.

Nei eingin Pál í 4 x 200

So vítt eg dugi at síggja, svam Pál ikki við í 4 x 200 frí.