Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki

Danska Svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til “Danmarks Mesterskaberne på Kortbane”, sum verða tann 23. til 26. oktober 2008, og aftur hesuferð luttaka føroyingar. Fyri Fuglafjarðar svimjifelag luttekur Kári J. á Høvdanum, meðan Suðuroyar svimjifelag sendir Pál Joensen og Maluna Vitalis Bærendsen at luttaka sum partur av liðnum hjá vinarfelagnum Aalborg, og Monu Simonsen og Shailu millum Garðarnar at luttaka fyri SuSvim. Hartil luttekur Elspa Mørkøre sum ‘fullblóðs-dani’ fyri West Swim, og íslendski Ørn Arnarson svimur eisini fyri Aalborg. Av sonnum ein maktdemonstratión úr Norðuratlantshøvum.

Tit kunnu síggja startlistan her á svoem.dk, men hartil listi eg líka skjótt upp ‘okkara’ luttøku her niðanfyri. Samanumtikið síggja vit, at serliga Pál, Elspa og Ørn hava møguleika fyri at vinna gullheiðursmerki, meðan Kári liggur til eina bronsu, og Malan, Mona og Shaila til at koma í topp 10. Mads Glæsner luttekur ikki í 400, 800 og 1500 frí, men Pál sleppur tó at møta honum í 200 frí.

Kap.nr. Kapping Luttøka Tilm.tíð Seeding Besta tilm. 2. besta tilm. 3.besta tilm.
1 100 bringa Malan V. Bærendsen 1:15.04 10 1:09.38 1:11.46 1:13.95
3 200 rygg Elspa Mørkøre 2:12.58 2 2:10.86 Elspa 2:16.25
4 200 rygg Kári J. á Høvdanum 2:05.13 6 1:58.92 2:01.47 2:02.89
7 50 frí Shaila millum Garðarnar 26.88 8 24.83 25.77 26.06
8 50 frí Ørn Arnarson 23.18 2 23.17 Ørn 23.20
8 50 frí Kári J. á Høvdanum 24.89 38 23.17 23.18 23.20
9 200 blandað Elspa Mørkøre 2:16.94 3 2:13.63 2:16.91 Elspa
11 400 frí Mona Simonsen 4:27.96 7 4:03.47 4:20.06 4:20.65
12 800 frí Pál Joensen 8:00.05 1 Pál 8:12.75 8:14.96
16 100 rygg Elspa Mørkøre 1:01.35 2 1:00.96 Elspa 1:03.02
17 100 rygg Kári J. á Høvdanum 56.13 3 53.96 55.91 Kári
18 200 frí Elspa Mørkøre 2:03.15 4 1:59.33 1:59.73 2:02.66
19 200 frí Pál Joensen 1:51.79 5 1:46.93 1:47.89 1:48.51
22 1500 frí Mona Simonsen 17:43.03 6 16:59.94 17:05.29 17:07.31
26 50 firvald Ørn Arnarson 23.94 1 Ørn 24.69 24.71
29 100 frí Shaila millum Garðarnar 58.53 10 53.94 56.45 56.50
31 200 bringa Malan V. Bærendsen 2:41.84 10 2:32.50 2:32.62 2:36.38
32 100 blandað Kári J. á Høvdanum 1:02.01 32 55.66 55.78 56.47
33 100 blandað Elspa Mørkøre 1:04.01 2 1:03.24 Elspa 1:04.42
34 1500 frí Pál Joensen 15:10.02 1 Pál 15:36.05 15:44.89
38 50 bringa Malan V. Bærendsen 34.74 8 32.01 33.45 33.89
39 50 rygg Ørn Arnarson 24.05 1 Ørn 25.44 25.92
39 50 rygg Kári J. á Høvdanum 26.25 9 24.05 25.44 25.92
40 50 rygg Elspa Mørkøre 28.94 1 Elspa 29.02 29.19
43 400 frí Pál Joensen 3:50.71 1 Pál 3:57.94 3:59.34
44 800 frí Mona Simonsen 9:09.91 12 8:12.27 8:40.43 8:41.98

Orsøkin til at Pál og Malan luttaka fyri Aalborg svømmeklub, er tí at tey tá sambært nýggjum donskum reglum hava rætt at vinna heiðursmerki á teirra meistarastevnu, umframt at kunna luttaka á stafettum hjá sínum danska vinarfelag. Hini trý úr Føroyum luttaka hinvegin ‘uttan fyri kapping’, sum merkir at tey fáa eina góðkenda tíð (og vist nokk eisini eina gávu av onkrum slag), men ikki kunnu vinna heiðursmerki ella gerast danskir meistarar. Nýggja reglan hjá dønum ásetur, at um tú ert danskur ríkisborgarar, so kanst tú uttan nakað melda teg inn í danskt svimjifelag, og luttaka á danskari meistarastevnu.

5 thoughts on “Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki”

  1. Tað er nú ikki einki. Ein óhugsandi tanki fyri nøkrum fáum árum síðani, og nú hava vit bæði føroyskan mann og kvinnu í toppstríðnum.

  2. Heimasíðan hjá danska svimjisambandinum skrivaði í gjar, 21/10

    Blandt svømmerne er fire deltagere, som stiller op for henholdsvis to færøske klubber og en enkelt spansk klub. Disse svømmere stiller således op uden for konkurrence.

    Fái tíverri ikki leinkjað beinleiðis til tíðindini, men sí http://www.svoem.dk

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.