Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB

Havi siti og spæl eitt sindur við Zoho DB, sum er ein skipan til at gera dátugrunnar online, til dømis til at kunna sláa upp føroysk svimjiúrslit. Nú er ikki so nógv hent enn í hesum svimjiári, men her eru so øll úrslitini til nú, har til ber at sortera t.d. eftir hvør sum hevur fingið flest FINA stig, og at filtrera t.d. ein svimjara burtur úr rúgvuni.

Til ber eisini at gera ‘pivot-ørk’, har eg t.d. telji upp hvussu nógv heiðursmerki hvør einstakur svimjari hevur fingið til nú, ella sum her niðanfyri, hvussu nógv heiðursmerki hvørt felag hevur fingið í hvørjum einstakum bólki. Yvirlitini eru ikki perfekt enn, men eg arbeiði uppá sakina 🙂

One thought on “Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB”

Ger viðmerking