Ian Thorpe roynir seg sum kunstmálari

Sum tit kunnu lesa t.d. her á news.com.au, so vænta tey at ein málningur hjá Ian Thorpe kann seljast fyri millum 7700 og 10300 amerikanskar dollarar, tá ið han fer á uppboðssølu hjá Sotheby’s í Hong Kong tann 5. oktober. Yvirskotið fer til eina verkætlan kallað “Right to Play China”, sum arbeiðir fyri at styrkja heilsu og útbúgving hjá kinesarum gjøgnum ítrótt.

(Photo courtesy of adidas)

Annars nokk so stuttligt at lesa, hvussu málningurin lýsir hansara hátt at fyristilla sær sínar kreftir sum svimjari…

“When I was a kid I used to imagine within my body there were all these mini people and the people in my goggles were the control room”

og

“They were kind of like lemmings and they used to power everything in my body. I was always whipping them to make them work harder. That was my form of visualisation.”

Hetta at mála er ikki nakað sum tey knappliga hava funnið uppá til Thorpe. Venjarin hjá honum Tracey Menzies var tilfeldigvís eisini lærari í list á East Hills Boys Technology High, har Thorpe gekk í skúla, og hann plagdi eisini at tekna meðan hann svam, um enn hann ikki var so áhugaður í at onnur skuldu síggja úrslitið.

One thought on “Ian Thorpe roynir seg sum kunstmálari”

Ger viðmerking