Hollywood stjørnur skaffaðu milliónir til sjúk børn, við at gjøgnumføra eitt triathlon

Nautica Malibu Triathlon í Los Angeles er nokk tað triathlon sum tú skalt luttaka í, um tú vilt møta veruligum ‘celebrities’, og enntá hava møguliga at smyrja tey av. Í ár luttóku m.a. Jennifer Lopez, Matthew McConaughey og Anna Kournikova, og skaffaðu í hesum sambandi $950,000 til Children’s Hospital of Los Angeles. J-Lo brúkti 2 tímar, 23 minuttir og 38 sekund, um at svimja 800 metrar, súkkla 29 km og renna 6,4 km; men hon hevur gott nokk eisini nýliga átt tvíburðar.



David Duchovny var við í fjør…

Her kann man hoyra J-Lo sjálva greiða frá triathlon venjingini, og annars finst venjingardagbókin eisini á netinum, við myndum og tílíkum.

One thought on “Hollywood stjørnur skaffaðu milliónir til sjúk børn, við at gjøgnumføra eitt triathlon”

Ger viðmerking