Manaudou á veg aftur til Lucas?

Franska Laure Manaudou hevur sambært L'Equipe sagt upp samstarvið við felagið Mulhouse og venjaran Lionel Horter. Og slaturin vil vera við, at hon møguliga er á veg aftur til sín 'mentor' Philippe Lucas, sum fekk hana upp á ovastu rók í svimjiheiminum, men sum hon eisini sleit so dyggiliga frá, fyri hálvum øðrum ári síðani. Les swimnews.com

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Mulhouse? Horter?

Orsaka, her havi eg sovið í tímanum... seinast eg visti av, so var tað beiggin sum vandi hana
http://www.svimjing.com/2007/08/06/story/manaudou-blakad-av-italska-lidnum

Fyristillið tykkum... 1½ ár við kaos og totalum falli frá tindunum, fyri so bara at fara aftur til sín gamla (og harða) venjara. Eg trúgvi tí ikki... vænti at hon heldur gevst heilt.

Mynd: rokur

Nix, ikki aftur til Lucas

Tað veit SwimNews.dk at siga. Hon leitar eftir nýggjum felag og venjara, men tað verður ikki Lucas.

http://www.swimnews.dk/?235