Kravtíðir til bólkamet

Á www.ssf.fo stendur:

“Yvirskrift: Kravtíðir til NJM 08
Skriva tann: 13.09.2008

Her eru kraviðirnar sum setta eru til NJM 2008.

Hetta er samstundis kravtíðir, sum eru galdandi fyri at seta junior met, nú nýggja bólkabýti er sett í verk.”

mín spurningur:
Merkir hetta so at um vit td. ikki fáa nakran svimjara við í bringu kappingunum til NJM, at vit so heldur einki bólkamet hava fyri juniorar í bringu?

Um so er, er tað so nakar sum kann siga mær “fidusin” í hesum?

2 thoughts on “Kravtíðir til bólkamet”

  1. Um tað ikki rørir teg at td. føroyskt juniormet í 100m bringu hjá dreingum er 1:18,45 so skilji eg tín spurning, men ikki tín hugsunarhátt. :-/

    Eg meini at tú var virkin venjari í Danmark tá ið sama model var brúkt har, altso at krøv vóru sett til nýggjar teinar hjá juniorum til DJM(50m) við tí fyri eyga at ein ikki vildi hava eitt ov lágt støði. Menniska er jú so ótrúliga løgi, letur seg noyast við tað sum beint nú er best, og so ikki koma víðari, hóðast tað kanska ikki er serliga gott samanborði við so mangt annað. Harfrá koma krøv til juniormet. Okur skulu væl ikki aftur til 1991 við okkara standardum, tað má vera fidusurin 🙂
    Hetta var annars samtykt á kalendarafundinum har HS var umboða.

    Fyri at siga tað stutt, um eingin føroyskur juniorur í ár svimur undir kravtíðirnar, so er einki nýtt met sett. Men tað er sera sikkurt at fleiri fara til næstu kapping, okur mugu hava fólk við til NJM, og okur skulu svimja skjótari og skjótari. Málsetningar folkens, málsetningar.

  2. Bara nakrir spurningar avtrat.

    Um eg skilji teg rætt so er problemið at svimjingin ikki skal koma aftur til 1991. Kann ein junior svimjair verða meistari um hann kemur fyrst á mál í 100br við tíðini 1.18,45 ella skal tað eisini verða kravtíðir á medaljunum?

    Hvat so við B1, B2 og B3 og 1991?

    Tað kann gott verða at eg var virkin venjari í dk tá hettar modellið var brúkt har, men tað ger ikki tað at eg haldi at tað er ok.

    Tá eg var venjari gekk eg høgt uppí kravtíðir altso hvat kravtíðin er og hvar tað tíðin kemur frá. Eg haldi at kravtíðir skal verða nakað ment nakað, ikki at svimja, men at skilja ella finna útav td. fina stig, nr í finaluni til eina ávísa kapping. Eitt sum so eisini vildi verið super var so um tann sum setur kravtíðirnar sigur hvar tíðirnar koma frá. F.eks hvar koma tíðirnar til NJM2008 frá?

    Hvat við árunum ið koma? Hvat er tá kravtíðin til eitt junior met. Er tað kravtíðin til NJM í ár 2008 ella tann kravtíðin sum hoyrur til tað besemta árið? ella eru tey sum hava við hetta at gerða ikki komin so langt enn?

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.