Minnist til at melda til skeiðið hjá ÍSF

Sum kunnugt skipar Ítróttarsamband Føroya fyri venjaraskeiði tann 19. til 20. september, sum lýst her á heimasíðu teirra, og her á hesari heimasíðu. Talan er um fyrsta grundskeið í venjingarútbúgvingini hjá Dansk Idrætsforbund, “Træner 1“, sum er krav til at kunna fara á víðkaðu skeið teirra. Og um eg skilji tað rætt, so eru tær 250 krónurnar fyri luttøku, mat og (um neyðugt) innivist, eitt ‘kupp’ í mun til tær 1800 sum danir taka fyri luttøku og mat. Sí eisini faldaran hjá DIF.

Um tit eru áhugaði, og svimjifelag tykkara vil senda tykkum, so er tað bara at ringja til ÍSF á tlf. nr. 312606, og viðmerkja hvat felag tit hoyra til. SSF hevur fingið tilskilað eina kvotu á 8 fólk, sum ikki er heilt uppbrúkt enn 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.