Kappingargreining frá teimum 400 í Beograd

Estin Rejn Haljand er fastur fúsur at greina kappingar fyri evropeiska svimjisambandið LEN, og hevur tískil eisini nú greiningarnar frá EJM í Beograd klárar her á heimasíðuni www.swim.ee. Tíverri bara frá finalum og semifinalum, og tíverri ikki frá teinum longri enn 400 metrar. Men splitt-tíðir, frekvensur og armtakslongd frá teimum 400 frí hjá Páli eru so har, at samanbera við kappingarneytarnar.

Vit síggja at Pál sum heild hevði ein hægri frekvens og tískil eisini stytri armtakslongd enn Di Georgio og hinir, men sjálvsagt hægri ferð fyri tað (tí annars hevði hann jú ikki vunnið :-). Taktikkurin hjá Páli var hart útlegg og so halda heim, meðan Di Georgio faktiskt er máldur at svimja skjótari í teimum síðstu 100, enn Pál gjørdi í teimum fyrstu. Meðalfrekvensurin hjá Páli er 53 (dupult) armtøk um minuttin og armtakslongdin 1.96 metrar (per tvey tøk), har evropeiski methavarin Prilukov til samanberingar hevur 49 og 2.1, og Bokhankel á EJM hevur 40 og 2.5 (wauw!).

Allir juniorarnir hava nógv at læra tá ið tað kemur til vendingar, við tað at Prilukov brúkar 7,7 sekund um teir 5 metrarnar inn og 10 metrarnar út frá vending, har juniorarnir konsekvent eru yvir 8 sekund. Di Georgio endar teir síðstu 5 metrarnar 2 tíggjundapartar skjótari í sínum 3:51.55, enn Prilukov gjørdi í sínum 3:45.1 evropameti 🙂

Ger viðmerking