“Í Føroyum virða skúlar ikki ítróttina”

Áhugaverd grein her í Norðlýsinum í dag, har tað m.a. stendur:

Men nú KÍ hópurin skuldi av stað til Litava – var ikki møguligt at fáa allar leikararnar við.

M.a royndi leiðslan í KÍ at skriva til miðnámsskúlar har heitt var á skúlaleiðslurnar um at ávísir leikarar kundu fáa loyvi at umboða Føroyar – uttan at hetta ávirkaði fráverðu prosenti.

Men svarið var noktandi.

Skúlaleiðslan gjørdi greitt at eingin avtala var millum ÍSF og Mentanarmálaráði um slíka fráverðu og tí vóru ítróttarfólkini roknaði sum fráverða – skulk.

Øv, eg helt annars at alt hetta broyttist, nú miðnámsskúlarnir bjóða bæði ítróttarbreyt og 4 ára lestur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.