Wauw, nú kann skipanin aftanfyri NJM myndirnar kenna andlitini aftur

Google kom í gjár við eini nýggjari útgávu av Picasa Web Albums, sum dugir at finna út andlitini á fólki á myndinum, og gera tað lætt at seta rætta navn á. Tú byrjar bara at seta nøvn á, og skipanin verður so betri og betri at koma við uppskotum um hvør talan er um, so hvørt sum tú fært fleiri myndir knýttar at viðkomandi. Stuttligt at síggja, at skipanin t.d. gitir Pál, um talan er um pápa hansara Kaj.

Myndin omanfyri er sett inn her til at vísa hvussu frámerki kemur fram, um man heldur músina yvir eitt andlit. Restin av myndasavninum frá NJM er at finna her á Picasa Web Albums, har man eisini kann síggja eitt yvirlit yvir andlit sum eg havi klárað at frámerkt til nú.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.