Joan Bláfoss er heimsmeistari í langteina-triathlon fyri lið

Hetta stendur at lesa her í Norðlýsinum. Langteina-triathlon er 4 km av svimjing, 120 km av súkkling og 30 km av renning, og altso rættiliga líkt tiltiknu “Ironman” kappingini á Hawaii (3,8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning). Joan varð nr 7 av øllum kvinnum tilsamans, og við tað at hinar báðar á liðnum gjørdust nr 2 og 11, rakk tað til eitt fyrstapláss í liðkappingini.

Ger viðmerking