Freistin at søkja frá NATA er í morgin

Sum tit kunnu lesa m.a. her á isf.fo, so ber til at “søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi” frá NATA, um talan er um samstarv millum minst tvey av londunum Føroyar, Grønland og Ísland. Tað kann vera t.d. uppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt. Umsóknarblaðið kann finnast her á samvit.fo, men freistin er altso longu í morgin, 29. august 2008.

Ger viðmerking