Phelps so stórur at sjálvt mamman tjenar feitt uppá tað

Sambært blogguni mental_floss, so verður tað hildið at tey átta gullheiðursmerkini hjá Phelps fara at tjena honum einar 100 milliónir dollarar í leypi av hansara livitíð. Hann hevur seinastu árini tjent millum 3 og 5 milliónir um árið í stuðli frá fyritøkum, men hevur nú hvønn dag á OL fingið eini 50 tilboð afturat. Og sum tey siga, so hevur mamman Debbie Phelps eisini fingið so mikið nógva sjónvarpstíð (“more prime-time coverage than most Olympic athletes in Beijing”), at hon hevur scorað síni egnu sponsortilboð, frá m.a. more fyritøkunu Johnson & Johnson og Chico’s. Ja, hon hevur enntá fingið sína egnu klædnakollektión hjá Chico’s, tí sum tey siga: “women everywhere want to know how to get Debbie’s look”.

One thought on “Phelps so stórur at sjálvt mamman tjenar feitt uppá tað”

  1. Um tit eru áhugað í ordiligum ‘sladderspalte-journalistikki’, so skriva tey um pápa Phelps her:
    http://sports.yahoo.com/olympics/beijing/blog/fourth_place_medal/post/The-mystery-of-Michael-Phelps-missing-father?urn=oly,102215

    Stutt sagt so vórðu foreldrini sundurlisin tá ið Phelps var 9, og pápin síðani so fráverandi at hann ikki ein gang ringdi at ynskja til lukku, tá ið Phelps setti sítt fyrsta heimsmet. Teir báðir funnu eitt sindur saman aftur í sambandi við OL í Athen, men okkurt er so galið aftur nú.

Ger viðmerking