Hálendari verður nýggjur danskur landsliðsvenjari

Paulus Wildeboer hevur verið yrkissvimjivenjari síðani 1978, og hansara svimjarar hava altíð vunnið heiðursmerki í teimum altjóða langbanastevnum sum teir hava luttikið í. Hann hevur verið við til 5 OL, her seinast í Bejing sum venjari hjá soni sínum Aschwin Wildeboer, sum kom í finaluna í 100 metrar rygg. Seinastu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjari á ítróttardeplinum í Madrid, men velur nú heldur Danmark tí at sponsk svimjing er í kreppu. Lesið um hetta í Ekstrablaðnum, á spn.dk og á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum.

Ger viðmerking