Eitt sindur um kroppin hjá Phelps

Gawker gevur her nøkur boð uppá hví Phelps er so góður. Vanliga eru armarnir á monnum umleið líka so langir sum teir eru høgir, men hjá Phelps eru armarnir 2 metrar langir og kroppurin 1,93. Tað er serliga yvirkroppurin sum er langur, meðan beinini eru sum á einum manni ið er ‘bara’ 1,77 metrar høgur. Føturnar eru ikki yvirógvusliga stórar (stødd 48½, Thorpe brúkar til samanberingar umleið stødd 53), men so liðiligar, at hann kann standa á bibbunum sum ein ballett-dansari. Vøddarnir hjá honum skapa ónormalt lítið mjólkarsýru. Og so hevur hann “Attention Deficit Hyperactivity Disorder”, sum minnir um DAMP.

Ger viðmerking