74 heimsmet sett í ár

Craig Lord á SwimNews hevur talt seg fram til at 52 heimsmet til nú eru sett í 50 metra hyli, umframt 22 í 25 metra hyli. Vit eru sostatt bara 9 met frá flest langbanametum nakrantíð, sum var 63 í 1976, tá ið svimjararnir fingu loyvi at brúka svimjibrillur. Næstbesta árið síðani 1980 var 33 langbanamet í 2000, tá ið svimjararnir fingu loyvi at brúka heildraktir. Og nú eru tað so nýggju fastlæsandi superdraktirnar sum hjálpa til at fáa heimsmet. Og framgongdin er ógvuslig: Tíðin sum 100 metrar frí hjá monnum varð vunnin við í Melbourne í fjør, hevði bara rokkið til eitt 17. pláss í Beijing í ár.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.