2 heimsmet afturat í morgun

Kirsty Coventry úr Simbabvi setti heimsmet í 200 rygg við tíðini 2:05.24, har amerikanska Margaret Hoelzer átti heimsmetið á 2:06.09 frá U.S. Trials í juli mánaða. Og bretska Rebecca Adlington tók elsta met í bókini, tá ið hon svam 800 frí í tíðini 8:14.10, og harvið fór heili 2 sekund undir 16 ára gamla metið á 8:16.22 hjá Janet Evans. Danska Lotte Friis kláraði akkurát at vinna bronsu í hesi kapping, tá ið rumenska Camelia Potec móti endanum doyði fullkomiliga, og reyk frá at liggja klárt nr 2 til at gerast nr 4.

Michael Phelps kláraði á líknandi hátt akkurát at vinna 100 firvald, og harvið tangera metið hjá Mark Spitz, at vinna 7 gull á somu olympisku leikum, tá ið hann við éinum hundraðparti vann á serbanum Milorad Čavić. Phelps lá annars heilt afturi á 7. plássi eftir fyrstu 50, og Čavić klárt fremst; men í sjálvum innslagnum á málstrikuni gjørdi Čavić tann feil ikki at taka eitt eyka tak, meðan Phelps tók eitt stutt og skjótt tak ið akkurát vann gullið.

Við hesum 7 gullheiðursmerkjunum er tað nú rættiliga vist, at hann fer at klára 8 eisini, tá ið amerikansku mennirnir fara at svimja síðstu stafettina.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.