Glæsner svam flott 1500, men metið hjá Pál yvirlivdi

Danin Mads Glæsner betraði heilt nógv um sítt norðurlendska met í 1500 frí, men tó ikki so nógv at hann eisini tók metið í 800 frí. Nýggja metið í 1500 frí er 15:03.33, har hann á HM í fjør svam 15:12.10, og tíðin hjá honum eftir 800 metrar var 7:59.12. Tíðin hjá Glæsner var ikki nóg góð til at koma í finaluna.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.