3 heimsmet í morgun

Amerikanska Rebecca Soni kláraði yvirraskandi at vinna á ‘Lethal’ Leisel Jones í 200 bringu, við nýggjum heimsmeti 2:20.22, har heimsmetið hjá Leisel Jones frá 2006 var 2:20.54. Leisel Jones varð nr 2, og norska Sara Nordenstam kláraði so at svimja seg til bronsu við tíðini 2:23.02. Ryan Lochte vann á Piersol og Vyatchanin í 200 rygg við nýggjum heimsmeti 1:53.94, har heimsmetið hjá honum og Piersol var 1:54.32. Og Michael Phelps vann sítt sætta gullheiðursmerki í 200 blandað, við betring av sínum egna heimsmeti frá 1:54.80 til 1:54.23.

Ger viðmerking