2 heimsmet í morgun

Kinesiska Liu Zige setti heimsmet í 200 firvald við tíðini 2:04.18, meira enn eitt sekund enn gamla heimsmetið hjá Jessica Schipper á 2:05.40 frá Pan Pacific Championships í 2006. Og avstralsku kvinnurnar Stephanie Rice, Bronte Barratt, Kylie Palmer og Linda Mackenzie settu heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:44.31, næstan 6 sekund skjótari enn gamla heimsmetið hjá USA á 7:50.09 frá HM í Melbourne í fjør.

Ger viðmerking