6 heimsmet í morgun

Í hálvfinalunum í 100 frí tók fyrst Alain Bernard heimsmetið frá Eamon Sullivan við 47.20 (metið var 47.24), og síðani svam Sullivan sjálvur 47.05 (!). Federica Pellegrini betraði sítt 200 frí heimsmet frá innleiðandi 1:55.45 til 1:54.82. Phelps betraði um sítt heimsmet í 200 firvald frá 1:52.09 til 1:52.03. Stephanie Rice betraði um heimsmetið í 200 blandað frá 2:08.92 til 2:08.45. Og amerikansku mennirnir betraðu um heimsmetið í 4×200 frí frá 7:03.24 til 6:58.56.

Phelps hevur nú vunnið 5 gullheiðursmerki í Bejing, av teimum 7-8 sum eru málið og heimsmet í heiðursmerkjum á somu leikum. Hartil hevur hann við sínum 11 OL gullheiðursmerkjum tilsamans longu vunnið fleiri gull enn nakar annar íðkari nakrantíð (Mark Spitz og Carl Lewis vunnu hvør síni 9 gullheiðursmerki, á teimum leikum sum teir luttóku í).

Ger viðmerking