USA sett heimsmet í innleiðandi 4×100 frí

Teir fýra Nathan Adrian, Cullen Jones, Ben Wildman-Tobriner og Matt Grevers svumu teinin í tíðini 3:12.23, umleið tveir tíggjundapartar skjótari enn metið á 3:12.46 hjá USA frá 2006. Men vita eftir um ikki metið verður betrað í finaluni, tá ið hinir uttan Cullen Jones verða skiftir út við Michael Phelps, Garrett Weber-Gale og Jason Lezak. Kelda: SwimNews

Danska Lotte Friis betraði nærum eitt sekund um sítt norðurlendska met, tá ið hon svam 400 frí í tíðini 4:08.47, har gamla metið hjá henni frá Canet í Frankaríki í juni 2008 var 4:09.44. Tíðin var tó ikki nóg góð til eitt pláss í finalunum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.