Bæði 400 blandað metini betrað í Beijing

Michael Phelps soraði sítt egna heimsmet í 400 blandað, frá teimum 4:05.25 sum hann svam á amerikansku úttøkustevnuni til OL, til 4:03.84 í Beijing í gjár. Og avstralska Stephanie Rice betraði somuleiðis um heimsmetið í 400 blandað, tá ið hon í gjár svam 4:29.45, har ein mánaða gamla metið hjá Katie Hoff frá amerikansku úttøkustevnuni var 4:31.12. Hoff sjálv vann bara bronsu, við tíðini 4:31.71.

Í innleiðandi 400 frí setti danski Mads Glæsner nýtt norðurlendskt met við tíðini 3.45,38, sum tó ikki var nóg mikið til at koma í finaluna. Hetta var persónligt met við meira enn trimum sekundum, umframt sum sagt skjótari enn 16 ára gamla norðurlendska metið hjá Anders Holmertz, á 3:46.77 frá OL í Barcelona í 1992. Glæsner hevur nú sjálvsagt góðar vónir til sína høvuðsgrein 1500 frí, har hann sambært slatri á kantinum av Tašmajdan ætlar sær at svimja undir 15 minuttir, og tá møguliga eisini tekur norðurlendska metið í 800 frí aftur frá Páli.

One thought on “Bæði 400 blandað metini betrað í Beijing”

Ger viðmerking