Pál-klæðini skansi móti serbiskum partisanum

Í kvøld upplivdi eg so fyri fyrstu ferð tað sum serbiski fotografur okkara hevði ávarað um, viðvíkjandi at tvassa runt í reyðu stjørnu klæðum í Beograd. Komu gangandi niðan gjøgnum Strahinjića Bana, framvið nakrar serbar sum sótu á eini úticafé og fylgdu við fótbóltsúrslitum á stórskíggja, tá ið nakrir av teimum knappliga fóru at syngja Partizan slagsangir eftir okkum.

Eitt sindur óunniligt eina løtu, við tað at vit jú høvdu fingið fortalt at slíkir kunnu finna uppá at buka reyðu stjørnu tilhangarar. Eg gekk jú í hesum reyðu stjørnu shortsunum sum eru mítt einasta alternativ til buksurnar sum eg ferðast í niður til Beograd, og sangurin var týðiligvís rættaður ímóti mær. Og Jón Brian gjørdi tað ikki betri við at rýma inn á caféina, við umbering um at skula ‘á wc’, so at eg stóð einsamallur eftir saman við partisanunum.

Men well, har hendi so einki. Kanska tí at hatta tekstvarpið við fótbóltsúrslitum úr millum annað Esbjerg var ov áhugavert. Ella tí at tað var ov heitt til at fara renna eftir Crvena Zvezda wuzzum. Ella kanska (og hetta velji eg at halda) tí at teir eisini løgdu til merkis føroysku svimjilandsliðstroyggjuna sum eg gekk í afturat shortsunum, og høvdu hoyrt um Pál í serbiskum sjónvarpi.

Eg voyt ikki… eg yvirlivdi so at ganga beint gjøgnum fíggindaterritorium í Beograd, og havi nú pakkað mær reyðu stjørnu shortsini niður í ryggsekkin. Bara í kvøld og í morgin árini eftir, so tað man fara at ganga.

Ger viðmerking