Og sikken en fest

Liggi her fram eftir rommum, heilt út í móti hurðini inn til kamarið hjá mær á Hotel Serbia, av tí at hetta er einasta stað sum eg kann fáa fatt á tí annars ókeypis internet-sambandinum, sum gestir her fáa bjóðað. Havi sovið 3 tímar ella so, men eri sum fyrsta dagin, bara við tankan um hvat sum er hent her í Beograd.


Størri kort

Veldugt ball á fyrst splavini Malevilla, har vit fingu ein góðan bita, og síðani á eini aðrari splav sum eg ikki minnist navnið á beint nú (ella fyri tann skyld nakrantíð). Eg fari ikki at koma inn á hvussu nógv ella lítið tann og tann í ferðaliðinum drakk; men lat meg heldur siga at øll vóru við, og vit høvdu tað stak hugnaligt. Og at eingin gjørdi seg fyri skommum, uttan kanska akkurát tá ið Jón sang við til serbiskar fólkasangir.

Bill.642

Pál Joensen, føroyskur trífaldaður evropameistari, við avbuking av øllum í 800 og 1500 frí. Bara 6 sekund frá norðurlendska seniormetinum í 1500 frí, og heili 2 sekund undir tað í 800 frí. Og 5 sekund undir stevnumetið hjá EJM í 800 frí. Sikkurt tann sum vinnur flest einstaklinga-gullheiðursmerki á hesum EJM, og einsamallur garantur fyri at Føroyar fær topp-plasering, tá ið tað kemur til hvat land ið hevur vunnið flest gullheiðursmerki. Meðan hini norðanlondini hava trupult við at vinna heiðursmerki yvirhøvur. Sikkurt eisini tann sum fær hægsta FINA stigatal á hesari stevnu, við 948 stigum, har 1000 stig er er miðaltíðin hjá 20 teimum bestu í øllum heiminum. Og so framvegis og so framvegis.

Bill.648

Í gjár fór hann ikki aftur í hylin at svimja út, og ætlar sær heldur ikki í nakran hyl í dag. Nokk ikki alla hesa vikuna, um enn hann tosaði um at venja eitt sindur á landi í staðin. Men avbjóðingarnar eru fyri framman; longu í desember er stutthylja EM fyri seniorar, í Rieje í Kroatia, og næsta ár verður aftur HM fyri juniorar. Eitt HM har Pál vist nokk hevur møguleika at luttaka, vegna mun á hvussu evropeiska svimjisambandið og altjóða svimjisambandið aldursbýta juniorar. Ferian hjá Pál verður tí nokk ikki ein av teimum heilt longu 🙂

Nú hevur vaskikonan longu einaferð roynt at komið inn so at eg mátti rópa til at gera vart við at eg og teldan lógu beint innanfyri. Hon kemur sikkurt aftur hvørja løtu, og eg má tí heldur enda her fyri fyrst. Í dag eru vit turistar, og Jón Brian og eg høvdu eina rættiliga fasta avtalu um IKKI at fara á Tašmajdan í dag, men bara hygga okkum. Men eg veit ikki, havi longu brell at fara at seta meg har yviri, at fáa síðstu festligheitirnar við, føroyingar í hylinum ella ei.

Og nei, tað er ikki tí at tey bjóðað skrambul-internet her á hotellinum, at eg má liggja á teppinum. Jón Brian hevur frálíkt internet, tvey kømur longri yviri, sum hann hevur trábrúkt til at senda heim myndir og video og tekstir til Miðlahúsið. Tað er vælsagtans heldur bara mítt serbiska ‘held’ sum ger seg galdandi aftur.

Ger viðmerking