Sikken ein svipsari

Tað svitast ikki… hvørja ferð eg eri við til okkurt sovorðið út- ella sjónvarping, so komi eg at gera onkran (lukkutíð rímiliga einkultan) mega brølara. Og lærusetningurin hesu ferð er ONGANTÍÐ at taka fleiri pappír fram enn tey tú skalt brúka. Tað er so skjótt at tú lesur skeiva síðu; og heilin riggar altso illa, tá ið tú skalt hugsa um at tosa samstundis.

DSC00400

Men wauw fyri ein uppliving. Hann var jú 100% suverenur. Di Giorgio møtti ikki upp, og tað var sikkurt gott tað sama. Hann hølvaði jú teir av. Pál Joensen fekk eitt stúgvandi stadion av svimjiáhugaðum fólkum at tiga, uttan akkurát nakrar einstakar norðurlendingar.

Besta løta í lívinum, at sita eftir hesar stórhendingar, og hoyra Jón Brian og Jón og Petur Heðin og Kárá og Pál tosa um svimjing, meðan friðurin fall yvir Tašmajdan. Síggja SMS’ini streyma inn, og kunna taka í hondina á Pál bara einaferð afturat. Her situr ein kempa, við vilja sum stál men lyndi sum silki. “Takk fyri at tit hjálptu okkum”, vóru hansara orð nú móti endanum av kvøldinum, um meg og Jón Brian. Sum Jón Brian segði, so verður tað nú ringitónin á fartelefonunum hjá okkum.

Men hann hevði rætt, Jón Brian. Nú eri eg við at vera húðleysur millum bibburnar, vegna hesar serbisku sandalir. Tær eru av hesum slagnum sum bara hava ein gummibotn og tvær reimar, sum ganga niður millum stórutá og næstu tá. Stroppar sum tað sama kundu verið seymir, soleiðis sum tað følist beint nú. So av við teimum, og pá við sokkarnar sum eru nývaskaðir við hondsápu á wc-inum her á Hotel Serbia. Vit skulu út at eta, saman við einum trífaldum evropameistara, og tað krevur altso sokkar.

Og tað koyrir jú fínt, tí kuffertið er funnið, og eg fari tí at kunna skifta klæðir aftur um nakrar dagar. Valdi at fáa kuffertið sent til pápa mín í Malmø, heldur enn at satsa uppá at tað kundi finna allan vegin suður til Beograd áðrenn mánadagin. Fari á feriu har í eina viku ella so, nú eftir EJM, um enn eg beint nú heldur vildi staðið í Vágum, mikudagin ella nær tað nú er, tá ið Pál kemur heim aftur. Tað verður stórt 🙂

At enda ein lítil ‘skeiv ein’, frá Jón Briani. Hann stóð og prátaði leysatos við danska landsliðsvenjaran og ein annan (útlendskan) ið vit heldur mugu lata verða ónevndan. Hetta í sambandi við at hann skuldi gera samrøðu við tann danska. Komu inn á fótbólt, og tá fóru svimjivenjararnir í sjálvsving. Ordiliga í sjálvsving. Til ‘hin’ venjarin endaði við trumfinum: “Tá ið eg verður gamalur og ikki tími at fáast við ítrótt longur, so fari eg at vera fótbóltsvenjari. Sita og trena hasar dovnu hundarnar, tríggjar ferðir um vikuna, við stórum búki, og vera í sjónvarpinum ALLATÍÐ !!”.

Og nei, ‘hin’ var ikki tann svenski heldur.

PS. Palli, takk fyri at tú valdi okkum eitt hotel við einum navni sum er til at minnast. So finna vit heim aftur í kvøld 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.