Poula 1:07.91 í 100 frí

Tað er eitt sindur torført at meta um hvussu væl tað gongur hjá gentunum í Finnlandi, av tí at tilmeldingartíðirnar mest sannlíkt allar eru roknaðar út í frá tíðum svomnar í 25 metra hyli (meðan tey í Tampere svimja í 50 metra hyli), og tað ikki er til at siga hvussu skjótt hesar gentur kunnu umstilla seg til at svimja skjótt eisini á langbana.

Men teir 1:07.91 hjá Poulu Mohr úr Fuglafirði ljóða bara heilt gott, líka mikið um roknaða tilmeldingartíðin var 1:05.78. Helena Sævarsdóttir úr Vági er nokk eitt sindur meira skuffað, av at svimja teir 100 frí í tíðini 1:11.40, har hon vanliga plagar at vinda burtur úr Poulu.

Ger viðmerking