Genturnar aftast í 4×100 blandað

Men tað er altso ikki so galið, tá ið hugsað verður um at har bara vóru 5 stafettir, og at tær báðar Birita og Poula hoyra til yngra árgangin á hesari stevnu. Genturnar svumu teir 4×100 blandað í tíðini 5:21.80, har Birita svam 100 rygg í tíðini 1:17.08, Monika flúgvandi 100 bringu á 1:29.22, Helena 100 firvald á 1:26.05, og so Poula 100 frí í tíðini 1:09.45. Harvið eru lidnar við kappingarnar í morgun, og byrja so aftur einaferð seinnapartin.

One thought on “Genturnar aftast í 4×100 blandað”

  1. Álvaratos, tá landsins klárt besti firvaldssvimjari í aldursbólkinum ikki varð úttikin til hatta liðið, so kann tað valla kallast landslið, well? So kann endamálið hjá Svimjisambandinum við hasi kappingini ikki vera at royna at fáa tað besta úrslitið, well? Guð viti, hvussu handan úttøkan er farin fram. Havi at spurt, men svarið var láturligt.
    Hugsið tykkum um Jógvan Martin Olsen ikki tók landsins besta miðvallaleikara út til A-landsliðið í fótbólti, tí onkur annar leikari, sum ikki var líka góður miðvallaleikari, hevði leikt ein dyst meiri í kappingarárinum í Formuladeildinium og tí mátti fáa plássið??

    NEI TIT STUÐLIÐ HELDUR ENN AT KØVA!

Ger viðmerking