NUM 2008: Startlisti og livetiming

Sum kunnugt verður Norðurlendska UnglingaMeistarakappingin hildin í Tampere í Finlandi nú leygardag til sunnudag 2.-3. august, sum er kappingin fyri teir svimjarar sum eru júst ov ungir til juniormeistarakappingar. Tit kunnu finna stevnuheimasíðuna her á heimasíðuni hjá finska svimjisambandinum, startlistan her, og úrslitini so leypandi her á livetiming.se.

Longu í fyrstu kapping í morgin skal føroyingar í eldin, tá ið Helena Sævarsdóttir og Birita Debes svimja 50 rygg, við sjeyndu og áttandu bestu tíð av níggju svimjarum. Síðani svimja Helena Sævarsdóttir og Poula Mohr 100 frí í kapping 5, og at enda svimja tær fýra Birita, Monika, Poula og Helena 4×100 blandað fyri Føroyar.

Seinnapartin sleppa tær báðar Poula Mohr og Monika Biskopstø so at royna seg í 200 frí, Birita Debes og Poula Mohr í 100 rygg, Helena Sævarsdóttir og Birita Debes seg í 50 frí, og so aftur tær fýra í 4×100 frí.

Og sunnudagin eru tað so Birita Debes og Poula Mohr í 50 firvald, Monika Biskopstø í 400 frí, Birita Debes í 200 rygg, Helena Sævarsdóttir og Poula Mohr í 200 blandað, og sum rosinan í pylsuendanum, allar fýra 4×200 frí.

Føroysku genturnar liggja sum heild í niðarliga á startlistunum; men tað sigur ikki so nógv, tá ið talan er um so fáar luttakarar sum í hesu kapping. Vit vóna sjálvsagt alt tað besta fyri okkara umboð í Finlandi, og fylgja við eisini úr Beograd 🙂

Ger viðmerking