Fjøðurlættir í kvøld

Tað sum vit ikki hava torað at nevnt við einum orði seinasta døgnið, gekk í uppfyllilsi í dag, og lagið er tí bara so avbera gott. Serbiska guidin hjá føroyingum stóð uppi og rópti upp á Pál, og var heilt rørd tá ið eg tosaði við hana seinni. Taxa-chaufførurin í bilinum heim av Continental í kvøld spurdi tríggjar ferðir um tað veruliga var satt (og triðju ferð var tað líka við at hann steðgaði bilinum) at vit bara eru 48.000 fólk alt í alt, og tó so hava fingið ein evropameistara. “That is beautiful”, er orðarætt sitat frá hesum fryntliga serba.

Eg havi enn einki kuffert fingið, og gangi tí á leistum nú. Taki myndir og video við videotólinum, men fái ikki flutt tær yvir á telduna, vegna væntandi kaðal. Fototólið liggur eisini í taskuni, sum Kastrup Lufthavn sigur nokk er har onkunstaðni í ovurstóra dunganum í Kastrup (tey hava mist nógva baggagu burtur beint nú). Fái tað tá ið tey finna tað.

Serbar fingu skil á ‘scoreboard’, men so heldur ikki nógv meira. Keðiligt at hoyra hatta eyðkenda ljóðið frá innkomandi fartelefon-uppringing í hátalaranum sum skal skjóta kappingina í gongd, eftir at startarin hevur rópt “take your marks”. Pressurúmið hevur einki internet enn, men vit kunnu vist nokk seta okkum út í kaféina at reika í staðin. Men fitt fólk, misskil meg ikki. Ógvuliga fitt fólk.

Ein annar taxa-chaufførur bað okkum endiliga ikki fara til gongu inni í býin, vegna rokið við Radovan Karadžić. Vit skiltu at tað var vegna onkra stóra mótmælisgongu sum var í umbúna; men chaufførurin dugdi tíverri ikki betur enskt enn at vit enn ivast í, um hann meinti við mótmælisgongu í annaðkvøld, næsta kvøld aftur, ella í gjár. Í øllum førum skuldi hon vera størri enn ‘tær vanligu’, og vit hava tí ikki verið longri í kvøld enn yvir um vegin, yvir til ein ‘pekara’ (bakara) sum seldi okkum nakrar pizzur.

Pál er so cool, og Jón eisini. Ringt er ikki at vóna tað heilt stóra í morgin. Men vit fara sjálvsagt at royna at vera professionellir og undirbrotligir føroyingar, sum ikki ordiliga vilja trúgva uppá tað sum stendur á pappírinum, ella royndunum sum vit hava frá í dag. Bíða nú, bíða nú, dagurin í morgin er ikki dagurin í dag.

Jón Brian ‘kører med klatten’ her niðri. Eg haldi at eg fari at royna at fara eitt sindur meira í dýpdina við tí reint svimjitekniska hesar komandi dagarnar, og vænti so at hann traðkar til hjá Skeggjum ella í Fuglafirði, komandi svimjiár. Nei tvætl, men stuttligt at hava ein sovorðnan kapasitet við sær til tað pressu-messiga.

Í morgin fara vit báðir vist nokk ein túr til stadion hjá Reyðu Stjørnu fyrrapartin, at síggja hvar Føroyar skal spæla ímóti Serbia í september. Hetta visti hin fyrrnevndi taxa-chaufførurin forrestin um, um enn hann ikki visti hvussu fá vit vóru. Eg royndi at fáa nøkur teknisk fiff burtur úr honum, um hvar liðið hjá teimum var serliga veikt og so framvegis, men hann var tættur sum tunnan. Vildi bara siga, at Reyða Stjørna generelt ikki var so gott sum tað hevði verið. Men tað vita vit jú.

Vónandi er souvenir-handilin hjá teimum opin, so at eg fái keypt mær nøkur skiftiklæðir.

Og seinnaparturin er so sjálvsagt settur av til teir 1500 frí hjá okkara nýkosna evropameistara.

3 thoughts on “Fjøðurlættir í kvøld”

  1. Tíverri er Atlantic Airways ikki limur í WorldTracer. Annars hevði verið møguligt at fylgt kuffertið hjá Róki á internetinum. Tað kann vera, at Atlantic hevur eina alternativa ‘track and trace’ avtalu við viðførisfólkunum í Kastrup.

  2. Jú, hasin taxa chaufførurin hevði rætt. Tað var ein øgilig mótmælisgonga har løgreglan og mótmælisfólk tørnaðu saman týskvøldið.

  3. Svimjarir úr Farum Svømmeklub skriva, at tey blivu rakt av táragas, tá tey gingu í býnum týskvøldið, men at tey eisini skundaðu sær undan roykin. Annars vóru tey við gott mót, áðrenn kappingarnar byrjaðu.

Ger viðmerking