Komnir til Beograd

Kuffertið hjá mær kom tó ikki longur enn til onkunstaðni millum Vágar og Kastrup, so nú er at ansa eftir ikki at sveitta niður í hosurnar. Vit báðir Jón Brian flugu úr Keypmannahavn til Beograd saman við familju og kenningum hjá Pál, og vitjaðu so teir fýra á Hotel Continental, á veg inn til okkara egna hotel. Øll eru við gott mót.

Bill.597

Tað verður tíverri eitt sindur sparsommeligt við myndum og video frá mær av, so leingi sum kuffertið ikki er komið fram, tí fototól og kobling millum videotól og teldu liggur í tí. Fekk bara pakka tað allarmest neyðturviliga niður í ryggsekkin, við tað at hondbagagan jú bara má viga 5 kg ella har á leið. Soe… eg havi teldu og fartelefon og videotól við battarí til ein tíma av upptøku, umframt klæðini sum eg eri í. Og so pengar og pass sjálvsagt.

Men tað skal nokk ganga allíkavæl. Jón Brian situr beint nú her á kamarinum og klippur nakrar samrøður saman á sínari teldu; og hansara kuffert er so um ikki annað komið við, rokað við øllum møguligum teknikki. Jón tekur myndir, og hevur hartil fingið samband við onkran føroying sum býr her niðri, ið hevur samband til lokala fjølmiðlaheimin. Jón Brian hevur eisini eitt fototól við, og videotólið hjá mær kann taka onkra mynd eisini. Umframt at fyrireikararnir her taka bæði myndir og video av øllum.

Nú fari eg at vita um eg kann finna eina keks ella okkurt sovorðið at eta, áðrenn farast skal til songar. Í morgin skulu teir báðir báðir svimja innleiðandi, so tá vita vit beinanvegin øll nógv meira 🙂

Ger viðmerking