Serbiska rásin RTS 2 sendir beinleiðis frá finalunum á EJM í Beograd, mikudag 30. august til sunnudag 3. august, frá kl 16 til 18 føroyska tíð. Eg havi ikki funnið streaming frá teirri rásini enn, men her niðanfyri er so offisiella streamingin frá teimum, sum vónandi hoppar eitt sindur millum RTS 1 og 2. Um hetta slettis ikki riggar hjá tykkum, so er tað kanska tí at tit mangla at leggja inn Real Player á telduni.
Update 2. august 2008! Portalurin avdúkaði fyri løtu síðani, at tað veruliga ber til at fylgja við evropeisku meistarastevnuni í svimjing, um man hevur parabol sum peikar á fylgisveinin sum serbiska sjónvarpsrásin RTS brúkar. Hoyrdu her fyri løtu síðani, at onkur serbi hevur fylgt við EJM á rásini hesar seinastu dagarnar, úr Føroyum. Vit vita ikki enn um tað so eisini riggar at síggja tað sum 'live stream' á internetinum, men fyri sikkurheit skyld flyti eg tí hendan postin fram aftur á forsíðuna.
Viðmerkingar
Øv, enn bara útvarp
So er hatta meðni bara ein útvarpsrás, og eg má fara at leita meira eftir sjónvarpinum. Har reyk tann Ólavsøkan :-)
Skifti til hina
So at vit síggja at tað er bara rásin sum manglar :-)
Nokk einki 'live stream' allíkavæl
Havi roynt at spurgt meg fyri, men veit enn ikki um nakran máta at síggja RTS 2 á netinum.
EJM beinleiðis í serbiskum sjónvarpi
Tað hjálpir okkum lítið, sum ikki hava atgongd til tað. Men danir eru imponeraðir:
"Alle finaleafsnit bliver transmiteret direkte i serbisk TV - måske DR og TV2 kunne lære noget???"
Um ikki annað hoyra vit frá kappingunum beinleiðis á Rás2.
...og tað fangaðu tey eisini...
Sigma NS: "...det skal lige nævnes, at Katrines løb blev kommenteret af Færøsk radio, så hvad de danske TV og Radio medier ikke formår, må vi have andre til...;O)..."