Magnini droppar Arena (og øvut)

Sum tit kunnu lesa í pressuskrivinum frá Arena her á SwimNews, so eru (italska) Arena og italski Filippo Magnini nú komin ásamt um at slíta sponsoravtaluna sína millum.

Arena heldur at nýggja superdraktin hjá teimum er fult so góð sum tann hjá Speedo, men at stóra rokið runt Speedo LZR tó fær íðkararnar at ivast. Magnini testaði nýggju Arena draktina á eini stevnu kallað “Sette Colli Trophy”, men fekk ikki heilt so góð úrslit sum hann ætlaði, og skifti tí draktina út við Speedo LZR á stevnuni. Hetta kann Arena sjálvsagt ikki liva við, og báðir partar eru tí komnir ásamt um at slíta samstarvið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.